Treytir og iðranarrættur
Iðranarrættur
Bílegging kann avlýsast upp til 5 dagar áðrenn innskrivingardagin. Verður bíleggingin avlýst innan hesa freist, verður upphæddin endurgoldin, tó frádrigið eitt gjald fyri kortgjald / gjaldshandfaring (4%), ið ikki verður endurgoldið.
Verður bíleggingin avlýst seinni enn 5 dagar áðrenn innskriving, verður upphæddin ikki afturgoldin.
Um tað ikki liggur fyri at koma á avtalaða degnum, er eisini møguligt at biðja um at flyta bíleggingina til eina aðra dagfesting, um tað er tøkt.
Gjald
Við bílegging á heimasíðu, verður fult gjald goldið í bíleggingarløtuni.
Faktura kann bert fáast eftir avtalu og verður álagdur eitt avgreiðslugjald á 220 kr. Við offline-bílegging skal gjaldast innan teirri tíðaravmarking, ið er ásett á faktura, tó seinast dagin áðrenn innskrivingardagin. GG.
Inn- og útskriving
Innskriving er kl. 16.00 á innskrivingardegnum, og útskriving er kl. 11.00 á útskrivingardegnum. Innskriving áðrenn kl. 16:00 og útskriving eftir kl. 11:00 er onkuntíð møgulig, men tá skal hetta vera avtalað frammanundan. Tó ber hetta ikki til í háárstíð.
Eyka tænastur
Tú kanst leiga nývaskaði seingjaklæðir og handklæði fyri 130 DKK per persón. Eisini ber til at bíleggja uttandura hitapott og sauna fyri 500 DKK per tíma.
Um trupulleikar eru við hitapottinum, er umráðandi at tú boðar frá beinanvegin við at ringja til +298 26 66 13, so vit kunnu loysa málið skjótast gjørligt. Endurgjald verður ikki veitt aftaná, um tú ikki hevur boðað frá, meðan tú hevur leigið pottin.
Vinarliga broyt ikki setingarnar á pottinum – vend heldur til okkara fyri hjálp.
Tal av gestum
Talið av gestum í smáttunum má ikki vera hægri enn tað talið, ið er ásett fyri hvørja smáttu. Børn undir 2 ár, sum sova í barnasong, telja ikki sum eyka gestir. Smátta A, er einasta smátta, ið gistir 4 gestum, allar hinar, kunnu gista upp til 6 gestum.
Skaðar
Hevur gesturin skuldina fyri, at skaði er hendir á smáttu ella lutir í smáttuni, fær gesturin eina eyka rokning, ið samsvarar við kostnaðin á skaðanum.
Royking
Royking er ikki loyvd í smáttunum. Um tað eru tekin um, at roykt hevur verið í smáttuni, verður ein eyka rokning send til viðkomandi, ið hevur bílagt gistingina, óansæð um tað er viðkomandi, ella ein gestur hjá viðkomandi, ið hevur roykt inni í smáttuni.
Djór
Tað er einans loyvt at hava hund við í smáttu B.
Ábyrgd
Smáttueigarar og Gestablídni kunnu ikki bera ábyrgd av skaðum, ið gesturin hevur verið út fyri, ella lutum hjá gesti, meðan hann býr í smáttunum.
Lýsing av smáttunum
Gestablídni ger alt fyri at tryggja, at lýsingingin av smáttuni er røtt og viðkomandi. Smáttueigari kann tó broyta møblar o.s.fr. frá tíð til aðra, og verður hetta ikki altíð dagført á myndunum beinavegin.
Trygd
Allar dátur á hesi heimasíðu eru vardar við SSL (Secure Socket Layer), og allir upplýsingar eru krypteraðir. Upplýsingar sum navn, adressa, telefonnummar og teldupostur, ið verða brúktir, til at gjøgnumføra tína bílegging, eru vardir, og verða einans brúktir, til at umsita tína bílegging.
Galdandi lóggáva
Hesir treytir eru í samsvar við galdandi lóggávu í Føroyum.
Broytingar av hesum treytum
Smáttueigarar og Gestablídni, tilskila sær loyvi at gera broytingar í hesum treytum, til eina og hvørja tíð.